Knappar 50 milliónir krónur frá Fólkatinginum

Knappar 50 milliónir krónur frá Fólkatinginum
Føroysku fólkatingslimirnir hava gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri knappar 50 milliónir krónur á donsku fíggjarlógini fyri 2021
 
06.12.2020 - 16:58

Føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, hava gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri knappar 50 mió. krónur á donsku fíggjarlógini fyri 2021.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eitt nú gjørt avtalu um fígging til at bøta um fysisku karmarnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. Talan er um eitt forarbeiði, sum skal kanna møguleikarnar fyri ábøtur.

1,5 milliónir krónur eru settar av til endamálið. Stjórnin hevur somuleiðis játtað 600.000 krónur til ein nýggjan sóljubuss til Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.

Pakkhús á Tvøoyri fær eisini stuðul

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um pengar til, at “Pakkhús 18” á Tvøroyri skal setast í upprunaligan stand, nýtt sjósavn og mentanarhús skal byggjast í Miðvági, og føroyski talukennarin skal gerast liðugur. Samlaða upphæddin er 18,2 milliónir.

Í felag og saman við hinum norðuratlantisku umboðunum hava fólkatingslimirnir fingið avtalu í lag um 26,8 milliónir krónur, ið skulu í eina filmspulju, sum hevur til endamáls at upplýsa um ríkisfelagsskapin.

Puljan byggir víðari á góðar royndir við tí fyrrverandi Norddok-puljuni, soleiðis at dokumentarfilmar, sum økja um vitanina um Føroyar, Grønland og Danmark, framvegis kunnu gerast.

Hin avtalan, sum er gjørd í felag, er játtan til eina føroyska-grønlendska orðabók. Ein grønlendsk-føroysk orðabók varð liðug fyrr í ár, og liggur á heimasíðuni, sprotin.fo. Tað verður eisini Sprotin, ið skal standa fyri arbeiðinum at gera føroysku-grønlendsku orðabókina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389