Matstovulógin ikki brúkast til afturlatingartíðir

Matstovulógin ikki brúkast til afturlatingartíðir
Álitið um uppskotið frá Helga Abrahamsen kom í løgtingið i gjár
 
04.12.2020 - 10:14

Meirilutin í Vinnunevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, vil ikki geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, loyvi til at áseta afturlatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðunum.

Álitið um uppskotið kom í løgtingið i gjár.

Vinnunevndin heldur ikki, at tað er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing.

Minnilutin í Vinnunevndini, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, tekur undir tó við uppskotinum, men vil hava heimildina at vera galdandi til 1. februar næsta ár.

Sambært uppskotinum skuldi heimildin vera til 31. desember í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389