- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar í Grønlandi fáa ikki frá Heilsutrygd

Landsstýrismaðurin hevur svarað einum spurningi frá Bill Justinussen,løgtingsmanni, um føroyingar, sum sigla í Grønlandi, kunnu fáa stuðul til heilivág frá Heilsutrygd.
Tað kunnu teir, um teir búgva og gjalda skatt í Føroyum, tí so rinda teir eisini til Heilsutrygd. Men føroyingar, sum búgva í Grønlandi, hava ikki rætt til at fáa stuðul frá Heilsutrygd.
Skulu teir tað, er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina, sigur landsstýrismaðurin. Og hann heldur ikki, at lógin skal broytast, so fólk, sum búgva í øðrum londum enn Føroyum, kunnu rinda í Heilsutrygd og fáa stuðul haðani.
Hesi fólk rinda ikki skatt í Føroyum. Heilsutrygdargjaldið megnar ikki einsamalt at fíggja allar heilsutrygdarveitingar. Restin verður fíggjað við skatti. Og fólk, sum ikki búgva í Føroyum, rinda ikki skatt í Føroyum.