- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálin lagdur fyri tingið

Landsstýrið hevur biðið løgtingið góðkenna, at landsstýrið setir í gildi karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland um fiskiskap, sum varð undirskrivaður í Keypmannahavn 29. oktober.
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur góðkent sáttmálan.
Samráðingar verða um fiskirættindi hálvan desember.
Tá verður greitt, hvørji tøl skulu setast í karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland, sum kemur í gildi á nýggjárinum, tá Bretland fer úr ES.
Fiska alt í bretskum sjógvi
Føroyski fiskiskapurin í ES-sjógvi er næstan allur í bretskum sjógvi. Í 2018 vórðu 96,2 prosent fiskað í bretskum sjógvi.
Bara 3,8 prosent vórðu fiskað hjá øðrum ES-londum.
Serliga er møguleikin hjá Føroyum at fiska 30 prosent av føroysku makrelkvotuni í ES-sjógvi týðandi, tí allur tann makrelurin verður fiskaður í bretskum sjógvi.
Hesin møguleikin er við í makrelsemjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í 2014 og varar til nýggjárs.