Fara undir húsarhaldsskúlan í mars

Fara undir húsarhaldsskúlan í mars
Skúlin er mettur at kosta 42 milliónir krónur. Løgtingið hevur játtað 21 milliónir krónur
Arbeiðið at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík verður boðið út í hesum mánaðinum, og ætlanin er at fara undir arbeiðið í mars
 
02.12.2020 - 08:40

Í seinnu helvt av mars næsta ár kann farast undir at byggja húsarhaldsskúlan í Klaksvík.

Byggingin verður boðin út hálvan desember, sambært tíðarætlanini sum nú er.

Hon sigur, at tilboðini skulu vera komin um mánaðaskiftið januar - februar.

Húsarhaldsskúlin verður bygdur á øki, sum er leigað frá Klaksvíkar kommunu.

Kostar 42 mió. kr.

Skúlin er mettur at kosta 42 milliónir krónur. Løgtingið hevur játtað 21 milliónir krónur.

Pláss verður fyri 35 næmingum í nýggja húsarhaldsskúlanum.

Nú er pláss fyri 21 næmingum í húsarhaldsskúlanum.

Ætlanin er, at Bústaðir skulu byggja næmingabústaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389