- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eginognin í Barsilsgrunninum minkað

Eginognin hjá Barsilsgrunninum er minni enn hildið varð, til Landsgrannskoðanin var og vitjaði í fjør.
Orsøkin er, at eftirlønin er ikki útreiðsluførd í rakstrinum, men skrásett í fíggjarstøðuni.
Feilurin er komin, tá KT-skipanin varð broytt í sambandi við, at eftirlønargjaldið skuldi leggjast aftrat barsilspengunum og ikki longur dragast frá pengunum, áðrenn teir vórðu goldnir.
Hetta gjørdi, at útgjøld til eftirlønir ikki eru útreiðsluførd í rakstrinum, og tí er Barsilsgrunnurin ikki kravdur eftir allari upphæddini, sum Barsilsskipanin hevur goldið.
Feilurin hevur tó ikki rakt tey, sum fáa barsilspengar. Eftirlønin av barsilspengum kom í 2018.
Eginognin 11,2 mió. minni
Tað árið var eginognin hjá Barsilsskipanini 4,1 millión krónur minni enn hildið, og í 2019 var hon 7,1 millión krónur minni.
Eginognin var tí góðar 11,2 milliónir krónur minni enn upprunaliga sagt við ársbyrjan í ár, so hon fór beint undir strikuna niður í minus.
Nýggjastu tølini siga, at hallið hjá Barsilsgrunninum verður 14 milliónir krónur í ár.
Neyðugt er tó ikki at hækka inngjaldið meira enn tey 0,15 prosentstigini, sum longu eru skotin upp, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.