Hálv millión minni í koronustuðli til mentan

Hálv millión minni í koronustuðli til mentan
Biðið varð um 700.000 kr., men brúk er bara fyri 200.000 kr.
Fíggjarnevndin hevur fingið at vita úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at umbønin kann minka eina hálva millión
 
01.12.2020 - 09:41

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ikki brúk fyri 700.000 kr. afturat til koronustuðul til mentanina, men bara fyri 200.000 krónum.

Biðið varð um 700.000 kr. í uppskotinum um eykajáttan, sum nú er í Fíggjarnevndini.

Men nú hevur Fíggjarnevndin fingið at vita úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, at umbønin kann minka 500.000 kr.

Taks hevur boðað frá, at onkrar stuðulsumsóknir eru ikki gingnar á møti, síðani ráðið bað um eykajáttanina. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389