Gera íløgur fyri stívliga 78 milliónir

Gera íløgur fyri stívliga 78 milliónir
Pengar eru millum annað settir av til at gera rennibreytina lidna, og til eitt spæliland
 
01.12.2020 - 08:34

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at gera íløgur fyri 78,2 milliónir krónur í 2021. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Millum annað eru pengar settir av til at gera rennibreytina lidna, umframt spæliland og sitipláss við fótbóltsvøllin við Djúpumýrar.

Fyrireikingararbeiðið til fimleikahøll og kappróðrarneyst í miðbýnum fer eisini í gongd. Býráðið hevur eisini samtykt at gera økið uttan fyri svimjihøllina liðugt.

Kommunuraksturin 219 milliónir krónur í 2021

Hetta inniber eitt nú uttandura sauna, eina terassu og ein heitan útipott. Skattaprosentið í Klaksvík verður óbroyt komandi ár, 20,75 prosent og barnafrádrátturin 5.500 krónur.

Tað fer at kosta góðar 219 milliónir krónur at reka Klaksvíkar kommunu í 2021. Vøksturin er 5,6 prosent. Hesin vøksturin kemur serliga frá øktum útreiðslum til barnaansing og eldraøkið.

Inntøkurnar veksa eisini, men ikki eins nógv. Inntøkurnar vaksa 2,7 prosent til 305 milliónir krónur, sigur Klaksvíkar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389