- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið letur 55 mió. kr. í stuðli til Fjøruvegin

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur nú biðið løgtingið um heimild at játta í mesta lagi 55 milliónir krónur í stuðli ti nýggjan Fjøruveg í Runavík.
Stuðulin skal veitast í fimm ár.
Runavíkar kommuna skal fremja verkætlanina, og hevur síðani ábyrgdina av henni.
Leiða tungu ferðsluna
Nýggi Fjøruvegurin skal leiða serliga tungu ferðsluna til og frá Eysturoyartunlinum burtur frá høvuðsgøtuni í Runavík.
Vegurin verður umleið 2,5 kilometrar langur. Hann verður eftir ætlan gjørdur frá rundkoyringini í Rókini, fram við fjøruni og havnarlagnum í Runavík, til bakkavegin á Glyvrum.
Betongtunnil verður eisini gjørdur fram við Rókavegi undir Løkin og Heiðaveg, og hann kemur upp við Gulasteinsveg.
Kostar 100 mió. kr.
Fjøruvegurin verður mettur at kosta tilsamans slakar 100 milliónir kr.
Av teimum 55 milliónunum, sum landið játtar í stuðli til vegin, verða 13,8 milliónir krónur goldnar í ár og 10 milliónir næsta ár.
Eftir ætlan verða játtaðar 10 milliónir í 2022, 12 milliónir í 2023 og 9,2 milliónir krónur í 2024, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.