- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarakanning: Andstøðan hevði vunnið valið
Veljarakanning: Andstøðan hevði vunnið valið
Javnaðarflokkurin hevur stóra framgond í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portalin

Aksel V. Johannesen eigur at vera glaður. Flokkur hansara ger tað gott í veljarakanning
28.11.2020 - 09:26
Andstøðan hevði vunnið valið, um val var í dag. Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portalin.
Tað gongur serliga strúkandi hjá Javnaðarflokkinum, ið hevði fingið 28.2 prosent av at atkvøðunum og nóg mikið til 10 tingfólk. Tjóðveldi hevði fingið 18,6 prosent av atkvøðunum, nóg mikið til seks tingfólk og Framsókn hevði varðveitt síni tingfólk.
Fólkaflokkurin
Tað er serliga Fólkaflokkurin, sum gongur aftur. Við 21,3 prosentum av atkvøðunum er hann tó enn næststørsti flokkur, men sambært kanningini hevði hann mist 3,2 prosentstig, meðan Sambandsflokkurin stendur at kalla í stað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV