- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handað løgmanni tilmæli

Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag. Tað boðar Kærustovnurin frá í tíðindaskrivi.
Sambært arbeiðsbólkinum eru 14 ítøkilig tilmæli. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, inn á sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin frameftir sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki.
- Flestar avgerðir eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin av viðgerðini. Henda servitan er á Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar á stovninum avgreiða flestu mál. Í teimum málum, har neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving t.d. frá læknum ella byggikønum, ber til at hava eina skipan, har serkøn verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, tá ið hetta verður mett neyðugt,” stendur millum annað at lesa í álitinum.
Alt álitið kann lesast her