- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS: Tolllógin má broytast og tillagast
TAKS: Tolllógin má broytast og tillagast
Tolllógin, sum upprunaliga er frá 1991, skal broytast. Nógvar broytingar eru í uppskotinum, sum nú er sent til hoyringar

27.11.2020 - 07:39
TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at neyðugt er at dagføra og broyta tolllógina.
Nakrar ásetingar í lógini eru ikki tíðarhóskandi og samsvara ikki við galdandi mannagongdir og, hvussu tolllógin verður umsitin nú.
Skal gerast lættari at finna rúsevni
Millum annað skal tollvaldið hava atgongd til ferðafólkalistar hjá teimum, sum flyta fólk til Føroya.
Hetta verður gjørt fyri at styrkja møguleikan hjá tollvaldinum at finna rúsevni og annað tílíkt, sum kemur til Føroya.
Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er broyttur, so seyðakjøt og geitakjøt úr ES í avmarkaðum nøgdum kann innflytast tollfrítt til Føroya.
Hoyringarfreistin er til 4. januar 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV