- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimið bjóðast út aftur
Heimið bjóðast út aftur
Nú verður heimið til børn og ung við autismu boðið út aftur. Tað verður 1. desember á heimasíðuni hjá Landsverki

27.11.2020 - 13:49
Ætlanin er, at farast skal undir byggingina í vár. Heimið skal vera klárt at flyta í seinast í 2022, sigur Almannamálaráðið. Verkætlanin varð boðin út í fjør.
Men tilboðini vóru nógv størri enn kostnaðarmetingin, so landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, gjørdi av einki tilboð at taka.
Heimið í Kvíggjartúni á Argjum var tá mett at kosta góðar 42 milliónir krónur. Men lægsta tilboðið var 56 milliónir krónur.
Sparingar eru gjørdar. Heimið er vorðið minni og einfaldari, og heimið verður nú í einari hædd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV