- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri pengar til listafólk

Tí er neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá hjálparpakkanum, sum annars fór úr gildi 31.august, til nýggjárs.
Tað siga LISA og Føroya tónleikarafelag í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum heitti á tey um at skriva um koronuhjálp til listaøkið.
Feløgini siga, at neyðugt er at broyta lógina um hjálparpakkan, so hann hjálpir teimum, sum hann er ætlaður at hjálpa.
Mæla til kveikingarpakka
Millum annað skulu tey, sum reka listaligt virksemi undir einum V-tali, hava rætt til at søkja um stuðul.
Feløgini mæla eisini til at gera ein nýhugsandi kveikingarpakki til yrkislistina. Hann skal koma í gildi 1. januar 2021.
Tilmælið er, at kveikingarpakkin verður skipaður sum verkætlanarstuðul, sum tryggjar, at yrkislistafólkini fáa umstøður at halda fram at arbeiða í hesi krepputíð.
21 søktu um stuðul
Avlýstir tónleikafestivalar fingu slakar tvær miliónir krónur úr hjálparpakka trý, sum var ætlaður listafólki. Lógin um hann fór úr gildi 31. august.
Listafólk fingu slakar 470.000 krónur, almannagagnlig tiltøk slaka 1,5 milliónir krónur og góðar 300.000 krónur vórðu latnar til leiguinntøkur.
21 listafólk søktu um stuðul. Men øll fingu ikki pengar. Ein umsókn bleiv til dømis avvíst, tí talan var um vinnufelag og ikki listafólk.