2021 byrjar uttan makrelavtalu

2021 byrjar uttan makrelavtalu
Fundur var millum strandarlondini í gjár
 
26.11.2020 - 11:49

Føroyar og hini strandarlondini fara inn í 2021 uttan makrelavtalu. Fundur var millum strandarlondini í gjár. 

Semja var um at halda tilmælið hjá ICES um mestu loyvdu veiðu í 2021. Men semja var ikki um, hvussu makrelurin skal býtast millum londini.

Tilmælið 850.000 tons

Tilmælið hjá ICES fyri 2021 er góð 850.000 tons, átta prosent minni enn tilmælið var fyri 2020. Makrelsemjan, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í 2014, fer úr gildi á nýggjárinum.

Avgerandi fyri Føroyar er, at Føroyar sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel. Bretland fer úr ES á nýggjárinum, men eingin avtala er gjørd millum partarnar enn.

Á fundinum í gjár varð avtalað, at Føroyar hava formansskapin í makrelsamráðingunum næsta ár. Næsti fundurin um makrel verður í januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389