Trivnaðargrunnurin fær nýggjan Sóljubuss

Trivnaðargrunnurin fær nýggjan Sóljubuss
600.000 kr. eru játtaðar úr satspuljuni hjá fólkatinginum eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni
Gamli Sóljubussurin er uppslitin, men nú er fígging fingin til ein nýggjan buss
 
24.11.2020 - 13:45

Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn fær nú nýggjan buss til sjúklingar og avvarðandi.

600.000 krónur eru játtaðar til bussin úr satspuljuni, sum hon verður nevnd, eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni fyri Sambandsflokkin.

Edmund Joensen sigur, at Trivnaðargrunnurin ger eitt stórt arbeiði fyri sjúklingar og avvarðandi á sjúklingahotellinum, og hann fegnast um, at allir flokkar á fólkatingi hava tikið undir við umbønini.

Gamli Sóljubussurin, sum hann verður nevndur, er nú uppslitin.

Trivnaðargrunnurin hevur savnað pening inn til nýggjan buss við allari neyðugari útgerð. Ein nýggjur Sóljubussur kostar umleið 1,3 milliónir kr., og grunnurin hevur sjálvur savnað 700.000 kr.

Og nú koma 600.000 kr. aftrat úr satspuljuni hjá fólkatinginum.

Sjálvboðin koyra Sóljubussin, sum eisini ger ókeypis útferðir við teimum, sum búgva á sjúklingahotellinum. 

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fegnast um, at allir flokkar á fólkatingi tóku undir við umbønini um at játta Trivnaðargrunninum 600.000 kr. til ein nýggjan buss. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389