- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lægri játtan til almannamál
Lægri játtan til almannamál
Hægsta fyritíðarpensjónin fer at kosta meira í ár enn mett varð í august

20.11.2020 - 07:52
Tað sigur Almannamálaráðið í sambandi við uppskotið um eykajáttanarlóg, sum er í Fíggjarnevndini í løtuni.
Brúk er fyri hálvari millión afturat. Men nýggjar metingar vísa eisini, at lægsta fyritíðarpensjónin verður hálva millión bíligari í ár.
Eykajáttanin til arbeiðsloysisforsorg, sum biðið varð um, kann minka úr tveimum milliónum niður í eina millión, tí útreiðslurnar til arbeiðsloysisforsorg eru farnar at minka aftur, sigur Almannamálaráðið.
Lønarískoytið, sum arbeiðandi pensjónistar fingu, var tvær millionir og 214.000 krónur, sambært Als. Landið skal rinda hesar pengar, sum Als legði út.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV