Revsilógin í tinginum í dag

Revsilógin í tinginum í dag
Landasvik og bidding eru við í tí partinum av revsilógini, sum nú er dagførdur og umsettur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2020 - 08:45

Revsilógin skal viðgerast í løgtinginum í dag.

Landasvik og bidding eru við í tí partinum av revsilógini, sum nú er dagførdur og umsettur.

Seks kapittul í revsilógini eru nú føroyskað.

Yvirtikið málsøki

Kapitlarnir eita landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks - brotsverk móti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinga, yvirgangur og annað - alvandasom brotsverk - ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin - bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni.

Í 2015 samtykti løgtingið at biðja landsstýrið dagføra og føroyska revsilógina, sum er yvirtikin. 

Hetta er síðani gjørt so við og við, og ætlanin er, at arbeiðið er liðugt næsta ár.

Fyrsta viðgerð er í tinginum í dag.

Samkynd og barsilsfarloyvi

Uppskotið um at geva samkyndum foreldrum barsilsfarloyvi og barsilspening er millum annað eisini í skránni hjá løgtinginum í dag.

Átta andstøðutingfólk løgdu uppskotið fram tann 20.oktober. 

Tingfundurin í dag er kl.11.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389