Hevur einki frætt frá Eivindi Jacobsen

Hevur einki frætt frá Eivindi Jacobsen
Advokaturin hjá Heðini Mortensen hótti við at fara í rættin, um Eivind Jacobsen ikki bað um umbering
Heðin Mortensen ogadvokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hóttu við at stevna Eivindi Jacobsen, tí hann legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundstykkjum og ganga uttan um lógina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2020 - 13:10

Heðin Mortensen og advokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hava einki frætt frá Eivindi Jacobsen.

Beint fyri kommunuvalið hóttu teir við at stevna Eivindi Jacobsen, tí hann á Vágaportalinum legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt.

Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen í brævinum til Eivind Jacobsen, at um hann skilti hann rætt, legði hann Heðin Mortensen undir at hava fingið vinning burtur úr einari partabrævasølu.

Hetta eru skuldsetingar, sum, um tær verða lagdar fyri rættin, hava revsing við sær, skrivaði Jógvan Páll Lassen.

Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald, skrivaði Jógvan Páll Lassen eisini.

Eivind Jacobsen segði við Vágaportalin tá, at hann fór at svara eftir kommunuvalið.

Enn er einki svar komið, sigur Jógvan Páll Lassen. Og støða er ikki tikin til, hvat meira skal henda við málinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805