Viðgera støðuna aftur í dag

Viðgera støðuna aftur í dag
Enn er ógreitt, nær sjúkrarøktarfrøðingarnir koma til eina niðurstøðu, eftir at felagið vrakaði semingsuppskotið í gjár
Partarnir boðaðu seinnapartin í gjár Semingsstovninum frá støðu síni til semingsuppskotið. Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið, men Lønardeildin góðtók tað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.10.2020 - 09:37

Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sat á fundi, til seint í gjárkvøldið og viðgjørdi støðuna, nú felagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, sigur, at nevndin fer at hava fund aftur í dag, men hon veit ikki enn, nær felagið kemur til eina niðurstøðu um, hvat gerast skal. Hon sigur, at samskifti hevur eisini verið við álitisfólkini. 

Lønardeildin góðtók semingsuppskotið

Mótparturin, Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, góðtók hinvegin semingsuppskotið.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu boðið tað sama, sum aðrir starvsbólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið bjóðað, men tað góðtóku teir ikki, segði Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, við útvarpið í gjárkvøldið. 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum segði, at tey ikki lata seg trýsta til nakað, sum tey ikki kundu taka undir við.

Hon vildi hava tíð til at viðgera støðuna í nevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342