- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Svøríki eiga nú størri part av SAS
Danmark og Svøríki eiga nú størri part av SAS
Ein bjargingarætlan varð samtykt á eykaaðalfundi í SAS í dag
22.09.2020 - 14:45
Danski og svenski staturin eiga nú hvør síni 20 prosent í skandinaviska flogfelagnum SAS.
Tað varð avgjørt á eykaaðalfundi í SAS í dag, har ein bjargingarætlan varð endaliga samtykt.
Bjargingarætlanin ber í sær, at danski staturin setur 4,3 milliardir krónur í SAS, og ognarparturin fer úr 14 upp í 20 prosent.
Tað sama ger svenski ognarparturin.
ES hevur eisini góðkent endurfíggingina av SAS, tí tvey lond, sum eru limir í ES, eiga flogfelagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV