Kæra frá Fuglafrøðifelagnum burturvíst

Kæra frá Fuglafrøðifelagnum burturvíst
Umhvørvis- og vinnumálaráðið heldur ikki, at felagið hevur kærurætt í málinum um umhvørvisárinsmetingina hjá SEV um vindmyllur á Eiði
Avgerðin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum kann ikki kærast
 
26.08.2020 - 15:13

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur burturvíst kæruna hjá Fuglafrøðifelagnum um avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at góðkenna umhvørvisárinsmetingina hjá SEV, í sambandi við ætlanini at seta seks vindmyllur upp norðan fyri Eiðisvatn. 

Aðalráðið staðfestir, at Fuglafrøðifelagið ikki hevur kærurætt, tí felagið hevur ikki ein individuellan ella týðandi áhuga í málinum. 

Hildu fast við kæruna

Tað var 29. mai í ár, at Føroya Fuglafrøðifelag kærdi eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni frá 30. apríl, har stovnurin góðkendi eina umhvørvisárinsmeting hjá SEV í sambandi við verkætlanina. 

Og hóast SEV seinni minkaði verkætlanina úr seks niður í fýra vindmyllur, helt Fuglafrøðifelagið fast við kæruna

Umhvørvis- og vinnumálaráðið heitir kortini á Umhvørvisstovuna at broyta mannagongd í sambandi við hoyringar. 

Umhvørvisstovan sendi 15. januar 2020 umhvørvisárinmetingina frá SEV í almenna hoyring í Sosialinum og á egnari heimasíðu.

Viðgerast fyri seg

Men fyri at tryggja, at allir viðkomandi felagsskapir verða hoyrdir í sambandi við slíkar verkætlanir, heitir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið á Umhvørvisstovuna, at hoyra viðkomandi felagsskapir serskilt. 

Aðalráðið staðfestir í niðurstøðuni, at Fuglafrøðifelagið ikki lat hoyringssvar inn í sambandi við hoyringina, men hevði kortini longu 9. september 2019 víst á síni sjónarmið í skrivi, sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið eisini varð sent SEV, Eiðis kommunu og deildarleiðarunum í Vernd og Orku á Umhvørvisstovuni.

Í samband við kæruna hevur Umhvørvisstovan upplýst, at skrivið ikki bleiv tikið við í viðgerðina í fyrsta umfari, tí stovnurin ikki fekk tað sum hoyringssvar til umhvørvisárinsmetingina.

Endalig avgerð

Umhvørvisstovan ásannar tó, at av tí at skrivið frammanundan varð sent deildarleiðarunum í Vernd og Orku, átti tað at vera tikið við, og tað bleiv tikið við í viðgerðini av endurskoðaða uppskotinum hjá SEV. 

Hetta broytti tó ikki ta endaligu avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, sum 18. august góðkendi nýggju umhvørvisásetingina hjá SEV.

Avgerðin hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum er endalig í fyrisitingini, og kann ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979