- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 tilburðir afturat
14 tilburðir afturat
Annan dagin á rað eru nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum
05.08.2020 - 10:52
14 nýggir koronutilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá landslæknanum, skriva heilsumyndugleikarnir á corona.fo
Úrslitið byggir á tilsamans 41.459 kanningar, upplýsir Heilsumálaráðið. Tilsamans hava 241 fólk nú fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 192 av hesum eru staðfest frísk aftur.
49 persónar eru sostatt smittaðir í løtuni, men 32 av smittaðu persónunum eru farnir av landinum aftur. Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya við koronu.
Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV