- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torført at fáa avloysara fyri landslæknan
Torført at fáa avloysara fyri landslæknan
Lars Fodgaard Møller farin í summarfrí, men hann er altíð fúsur at koma til Føroya, gerst tað neyðugt
31.07.2020 - 13:54
Koronusmittan breiðir seg í Danmark, og í gjár vórðu 91 nýggir tilburðir staðfestir. Ein koronusjúklingur doyði í gjár.
Henda støðan hevur við sær, at tað er torført fáa avloysara fyri landslæknan í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, sum fer í summarfrí mánadagin.
Lars Fodgaard Møller er staddur í Danmark í løtuni.
Hann sigur við Kringvarpið, at hann er til reiðar at bróta frítíðina av og koma aftur til Føroya, gerst tað neyðugt.
Hóast hann er í summarfrí, fer Lars Fodgaard Møller at taka sær av at smittuspora fólk í sambandi við koronu saman við teimum, sum starvast hjá landslæknanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV