13,5 milliónir fara av landinum

13,5 milliónir fara av landinum
Meirvirðisgjaldið, føroyingar rinda fyri stroymingartænastur, sum eitt nú Netflix og Spotify, endar í Danmark
Meirvirðisgjaldið, tú rindar fyri eitt nú Netflix, endar í Danmark, og ikki í Føroyum
 
15.07.2020 - 11:06

Ein kanning vísir, at føroyingar rinda umleið 13,5 millónir krónur í donskum meirvirðisgjaldi fyri stroymingartænastur. Danski ráðharrin í skattamálum ásannar, at hetta ikki er í lagi, og vil hjálpa til, at fáa hetta rættað.

Í apríl kunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskt meirvirðisgjald, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum.

Talgildu tænasturnar, talan er um, eru til dømis stroymingartænasturnar hjá Spotify, Netflix, Viaplay og HBO. Eisini appir og spøl til talgildu tólini.

Vantandi innlit ein forðing

TAKS og Fíggjarmálaráðið hava fingið kanningina, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur eisini umrøtt kanningina við donsku stjórnina.

Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskt meirvirðisgjald ikki at verða kravt inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur ráðharri í skattamálum, í skrivligum uppriti um málið.

Danska ráðið í skattamálum sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógv meirvirðisgjald verður kravt inn frá føroyskum brúkarum.

Neyvari eftirlit má gerast

Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiði á hesum, sigur ráðharrin í skattamálum í uppritinum til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at kunna útlendskar fyritøkur um, at Føroyar ikki eru partur av danska meirvirðisgjald-økinum, og tískil ikki skulu rinda danskt meirvirðisgjald.

Morten Bødskov, sum er ráðharri í skattamálum í Danmark, heitir eisini á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982