Nú verður samráð um 5G-tøkni og trygdarpolitikk

Nú verður samráð um 5G-tøkni og trygdarpolitikk
Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verða boðsendir í uttanlandsnevndina mikudagin
Bill Justinussen, formaður i uttanlandsnevndini, hevur boðsent løgmanni og Jenisi av Rana, landsstýrismanni, í samráð í nevndini
 
29.05.2020 - 10:06

Fyrrapartin mikudagin í næstu viku verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, boðsendir at koma í samráð í Uttanlandsnevndini.

Uttanlandsnevndin viðgjørdi í gjár eina áheitan frá andstøðumonnunum í nevndini, Høgna Hoydal og Heðini Mortensen, um samráð um fjarskiftisnet, 5G-tøkni, trygdar- og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina.

Teir vildu hava at vita, hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina um fjarskifti og trygdar- og verjupolitikk.

Spurt verður um samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni og trygdar- og verjupolitikk, og um samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál. 

Tíðindaskriv

Ætlanin er eisini at spyrja, hví og við hvørjari heimild, løgmaður sendir tíðindaskriv 13.mai um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu.

Bill Justinussen sigur, at løgmaður og landsstýrismaðurin verða eisini spurdir, hvussu teir tulka grein 54 í stýriskipanarlógini.

Grein 54 sigur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035