Nýggjur sóknarprestur í Fuglafirði

Nýggjur sóknarprestur í Fuglafirði
Gerhard Jónsson Mikkelsen er settur í starvið sum  prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, skrivar Trúboðin
Gerhard Jónsson Mikkelsen byrjar eftir ætlan í september
Mynd: folkakirkjan.fo  
 
26.05.2020 - 08:44

Kirkjuráðini í prestagjaldinum mæltu landsstýrismanninum í kirkjumálum til at seta Gerhard Jónsson Mikkelsen í embætið. Hann hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani á vári 2014.

Gerhard Jónsson Mikkelsen skal eftir ætlan byrja í starvinum í september, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tvær umsóknir vóru til starvið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. 

Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Elduvík, Leirvík og Fuglafjørður. Tvey bønhús eru eisini í prestagjaldinum, á Hellunum og í Funningsfirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079

Meira um sama evni