Øll børn sleppa aftur á stovn

bannari
Øll børn sleppa aftur á stovn
Nú er ikki neyðugt at skriva børnini upp til ansing frammanundan
 
11.05.2020 - 09:00

Í dag sleppa øll børn í Føroyum aftur á dagstovn, um foreldur og børn vilja tað.

Fyri tveimum mánaðum síðani vórðu almennu koronatiltøkini sett í verk í Føroyum, og dagstovnarnir í landinum vórðu mest sum stongdir fyri øllum børnum.

Men í dag kunnu øll foreldur koyra børnini á dagstovn, uttan at neyðugt er at skriva børnini upp til barnaansing frammanundan.

Seinastu tvær vikurnar hevur verið neyðugt hjá foreldrum at skriva børnini upp til barnaansing, eftir at dagstovnarnir so smátt lótu uppaftur.

Og ymiskt var, hvussu nógv børn sluppu á stovn. Nógvastaðni hevur bara verið pláss fyri umleið helvtini av børnunum.

Eingin dagførd vegleiðing

Kommunufelagið hevur onga dagførda vegleiðing fingið frá Coronuráðgevingini enn, men vegleiðingin til skúlarnar er komin, segði formaðurin í felagnum við útvarpið fríggjadagin.

Eyðun Christiansen væntar, at leisturin verður tann sami á dagstovnum,  at stovurnar skulu halda seg fyri seg sjálvar, og ikki flyta børn og vaksin millum stovurnar.

Enn er ikki vist, hvussu uttanduravirksemið hjá dagstovnunum verður skipað, tí vanliga eru allar stovur í sama garði.

Almennu tilmælini um reinføri og frástøðu halda fram, men í fyrru vegleiðingini til dagstovnar frá Coronuráðgevingini stendur, at tað ber ikki til at sleppa undan kropsligum sambandi við børnini, og tað er heldur ikki neyðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653