Uppskotið um at skatta vinning er liðugt

Uppskotið um at skatta vinning er liðugt
Málið verður lagt fyri samgongufund í dag
Løgmaður sigur, at landsstýrið er samt um, hvussu vinningurin av fiskiloyvum skal seljast
 
04.05.2020 - 14:44

Samgongutinglimir sleppa í dag at síggja uppskotið hjá landsstýrinum fyri hvussu vinningur av fiskiloyvum skal skattast. Landsstýrið er liðugt við uppskotið,  og tað verður lagt fram á samgongufundi í dag.

Uppskotið var ein fortreyt fyri, at lógin um sjófeingi bleiv samtykt fyri jól. Men nú røkist fyri, at uppskotið verður klárt. 

Sambært Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, er landsstýrið samt um uppskotið, og er ætlanin at leggja tað fram, áðrenn løgtingið fer í summarfrí.

Lógin skal tryggja, at landskassin fær ein part av vinninginum, tá veiðirættindi verða seld, men løgmaður vil ikki at upplýsa, hvussu lógaruppskotið er sett saman, ella hvussu seld veiðirættindi skulu skattast. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344