Eingin vitjan á eldrabústovnum fyribils

Eingin vitjan á eldrabústovnum fyribils
Tiltøkini á eldraøkinum halda fram til fríggjadagin 8.mai, tá avmarkingarnar verða endurskoðaðar
Hamragarður í Vági - búfólk fáa onga vitjan fyribils
 
28.04.2020 - 13:20

Tey, sum eru í eldrabústovnunum hjá kommununum, fáa onga vitjan fyrr enn í fyrsta lagi leygardagin 9.mai.

Kommunufelagið boðar frá, at tiltøkini á eldraøkinum halda fram til fríggjadagin 8.mai, tá avmarkingarnar verða endurskoðaðar.

Eldrabústovnarnir í kommununum eru framvegis stongdir fyri vitjandi.

Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri fólk, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin til 8. mai, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653