Epideminevnd tók ikki undir við ítróttakappingum

bannari
Epideminevnd tók ikki undir við ítróttakappingum
Nevndin hevði ongar viðmerkingar um, at dagstovnar og barnaskúlar kundu lata uppaftur
Løgmaður hevur svarað einum fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu
 
27.04.2020 - 14:17

Epideminevndin kundi ikki taka undir við, at ítróttakappingar byrja tann 9.mai. 

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi um avgerðina at lata samfelagið spakuliga uppaftur.

Løgmaður svarar, at áðrenn landsstýrið tók endaligu avgerðina um at lata samfelagið varisliga uppaftur, var ætlanin latin Epideminevndini til viðmerkingar. 

Epideminevndin hevði ikki viðmerkingar um, at vit í fyrstu atløgu lótu dagstovnar og barnaskúlarnar upp tann 20.apríl, sigur løgmaður.

Men hon kundi ikki geva ætlanini um, at ítróttakappingar byrja 9.mai, sítt tilmæli.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at grundreglan í fyrsta upplatingarstiginum var, at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini. 
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035