Umhvørvisstovan góðkent vatnorkuverk í Svínoy

Umhvørvisstovan góðkent vatnorkuverk í Svínoy
Ætlanin er at taka vatn úr Stórá og Norðdalsá og vinna streym úr tí
 
30.03.2020 - 11:29

Mikrovatnorkuverkið, sum sp/f Tróndargjógv ætlar at gera í Svínoynni, hevur fingið umhvørvisárinsmeting sína góðkenda í Umhvørvisstovuni.

Ætlanin er at taka vatn úr Stórá og Norðdalsá og vinna streym úr tí. Við fullari framleiðslu brúkar vatnorkuverkið 48 litrar um sekundið.

Sambært smápartafelagnum verður alt vatnið í áunum ongantíð tikið. Og hvørjumegin byrgingina vera løkir, har síl kunnu ferðast.

Umhvørvisárinsmetingin varð løgd til almenna hoyring 21.februar. Umhvørvisstovan fekk ongar viðmerkingar um hana.

Avgerðin um at góðkenna umhvørvisárinsmetingina kann kærast til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið í seinasta lagi 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944