- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigurð í Jákupsstovu stjóri á Umhvørvisstovuni
Sigurð í Jákupsstovu er nýggjur stjóri í Umhvørvisstovuni.
Tað er Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, ið hevur sett nýggja stjóran.
Í sambandi við setanina sigur landsstýrismaðurin, at talan er um ein stjóra, ið hevur holla vitan um orkumál. Og tað er neyðugt, nú stórar avbjóðingar standa fyri framman í fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av.
Skipsførari og sivilverkfrøðingur
Sigurð í Jákupsstovu er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og sivilverkfrøðingur, og hevur eisini eina Ph.d. frá DTU.
Sigurð í Jákupsstovu hevur starvsroyndir bæði í Føroyum og uttanlands.
Hann hevur eisini drúgvar leiðsluroyndir, m.a. sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Sigurð í Jákupsstovu byrjar í starvinum tann 1. februar.