- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur talukennari á veg
Føroyskur talukennari á veg
Tøknin skal skilja føroyskt. Tað er ein av ætlanunum við verkætlanini Føroyski talukennarin, sum vil hava størri játtan næsta ár

Fartelefonin skal skilja teg, tá tú tosar við hana. Millum annað tað er ætlanin við nýggjari ætlan, sum hevur fingið játtað pening
11.12.2019 - 08:21
Talan er um ein sonevndan føroyskan talukennara, sum fólk kunnu nýta á netinum. Talukennarin skal millum annað gera talu til talgildan tekst og harvið hjálpa lesiveikum.
Ætlanin er eisini at menna føroyskan raddarkennara, sum ger talu til talgildan tekst:
- Vit vilja skapa eina føroyska “Siri”, stendur í frágreiðingini.
Verkætlanin hevur longu fingið játtað 700.000 krónur í ár, og Mentamálaráðið hevur játtað at hækka játtanina við 300.000 krónum næsta ár til eina millión.
Øll verkætlanin er mett at kosta seks milliónir krónur, stendur í verkætlanarlýsingini, sum er send til Fíggjarnevndina í Løgtinginum, at taka støðu til.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV