- Tíðindi, mentan og ítróttur
Psykiatriski depilin komin uppí sálarheilsutiltak
Psykiatriski Depilin er vorðin partur av verkætlanini, ABC fyri sálarligari heilsu, sigur Fólkaheilsuráðið.
– At fremja sálarliga heilsu eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga, sigur Psykiariski depilin. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum føti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri, hvussu vit hava tað, sigur Psykiatriski Depilin.
Fólkaheilsuráðið fegnast um nýggjasta samstarvsfelagan.
– At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum samsvarar heildarætlanini um at fremja sálarliga heilsu og vísir, hvussu víttfevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Fleiri enn 20 feløg, stovnar og kommunur eru nú partur av ABC fyri sálarheilsu.