- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavsøkuframsýning nummar 70
Síðan 1950 hevur hendan framsýning verið fastur táttur á ólavsøku og framsýningin í ár er sostatt framsýning nummar 70 í røðini.
Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini ólavsøkuframsýning.
Opin til 1. september
Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra tíggjuárini, siga fyriskipararnir.
Í vár avgjørdi nevndin í felagnum at bjóða listafólkum, sum eru trýss ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av.
Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 15 og er opin til 1. september.