Sjóborg umvæld og fer aftur í vinnu í morgin

Sjóborg umvæld og fer aftur í vinnu í morgin
Sjóborg bar fyri trimum vikum síðani við oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum
Sjóborg fekk skaða á mastrina og eina buklu í skrokkin, tá hon bar við oljupallin Statfjord A
 
02.07.2019 - 12:39

Veitingarskipið Sjóborg fer aftur í vinnu í morgin. Sjóborg bar fyri trimum vikum síðani við oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum.

276 fólk vóru á Statfjord A, sum oljufelagið Equinor, gamla Statoil, eigur. Fólkini vórðu flutt av pallinum, men tey vórðu flutt um borð aftur tveir dagar seinni.

Kanning liðug í september

Sjóborg arbeiddi fyri Statfjord A og var í ferð við at geva pallinum vatn, tá óhappið hendi. Sjóborg hevur sáttmála við Equinor til 2022, og skipið heldur fram at arbeiða eftir tí sáttmálanum, nú tað er umvælt.

Sambært sáttmálanum rindar Skansi Offshore fyri at umvæla Sjóborg, og Equinor fyri at umvæla oljupallin, sigur Jens Meinhard Ramussen, stjóri í Skansanum Offshore.

Ein kanning verður gjørd um óhappið, men hon verður ikki liðug fyrr enn í september. Skansi Offshore eigur Sjóborg, sum nú liggur í Stavanger.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190