- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ verjuspælari fingið langt leikbann
KÍ verjuspælari fingið langt leikbann
Deni Pavlovic hevur fingið leikbann í seks dystir
01.07.2019 - 08:03
KÍ má spæla komandi seks dystirnar uttan sterka verjuspælaran, Deni Pavlovic.
Norðlýsið skrivar, at hann hevur fingið leikbann í seks leikdagar frá kappingarnevndini hjá FSF fyri reyða kortið í dystinum ímóti TB 22.juni, sum TB vann 1-0.
PAVLOVIC
Enn er ikki greitt, um KÍ fer at kæra leikbannið.
Deni Pavlovic bleiv í fjør valdur til ársins spælara hjá KÍ.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV