Bygnaðarbroytingar kostaðu 800.000 krónur

Bygnaðarbroytingar kostaðu 800.000 krónur
Heilsu- og Innlendismálaráðið steðgar bygnaðarbroytingum hjá Umhvørvisstovuni, sum hevur kostað ein stjórasess og 800.000 kr. í uttanhýsis ráðgeving
 
29.06.2019 - 11:05

Nógv umrøddu bygnaðarbroytingarnar á Umhvørvisstovuni, sum at enda kostaði stjóranum sessin, kostaðu stovninum 800.000 krónur til uttanhýsis ráðgeving. Hetta vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.

Avtalan við uttanhýsis ráðgevan skuldi vera við til at menna 60 starvsfólk og leiðslubólkin á stovninium, sum millum annað minkaði tá samanum kom og ein deildarleiðari varð uppsagdur. Tað hendi tá deildirnar fyri matrikul og tinglýsing vórðu lagdar samam og ein deildarleiðari leyp av.

So stór arbeiði vera vanliga boðin út, men tað valdi Umhvørvisstovan ikki at gera.

Bygnaðarbroytingar steðgaðar

Petur Nielsen, sum ikki longur er stjóri á Umhvørvisstovuni, sigur í eini skrivligari viðmerking, at slagið og óvissan um vavið av stovnsmetingini gjørdi, at tað ikki av byrjan bar til at bíleggja ráðgevingina sum eina heildarveiting.

Ístaðin varð gjørd ein avtala um samstarv, sum kundi halda uppat, tá stovnurin ynskti at steðga tilgongdini.

Samstundis sum Petur Nielsen er koyrdur til hús við fráfaringaravtalu, hevur Heilsu- og Innlendismálaráðið avgjørt at steðga teimum bygnaðarbroytingum, sum stjórin ætlaði at fremja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109