- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara kanska víðari við málinum
– Verður setanartilgongdin í sambandi við stjórasetaninar á sjúkrahúsunum ikki tikin aftur, fara vit víðari við málinum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Fundur var millum fakfeløgini, høvuðssamstarvsnevndina og leiðsluna í Heilsu og Innlendismálaráðnum í gjár. Fakfeløgini kærdu 7. juni setanartilgongdina til Innlendismálaráðið.
Sambært 11 fakfeløgum við limum á sjúkrahúsunum hevur ráðið:
"Til síðissett galdandi reglur fyri skipan av setanarnevnd, og hevur sett eina setanartnevnd har hvørki starvsfólk ella álitisfólk eru umboðaði. Hendan avgerð bleiv tikin í Heilsu- og innlendismálaráðnum, sjálvt um álitisfólk í høvuðssamstarvsnevndini vendu sær til Heilsu- og innlendismálaráðið áðrenn setanarnevndin og setanartilgongdin bleiv sett í verk" skrivaðu fakfeløgini millum annað í kæruni.
Eingin niðurstøða gjørd enn
Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, var eingin niðurstøða gjørd á fundinum í gjár. Fakfeløgini hava tó fingið lovað, at ráðið vendir aftur við einum svarskrivi skjótt.
Sambært Óluvu í Gong, krevja fakfeløgini nú sum áður, at setanartilgongdin skal ganga um, og at sáttmálar og setanarpolitikkur landsins verður fylgdur.
Tað er eingin ivi um, at feløgini fakfeløgini fara víðari við málinum, um krøvini ikki verða tikin til eftirtektar í Heilsu og Innlendismálaráðnum, sambært forkvinnuni.
Landsstýriskvinnan og aðalstjórin fáorðaðar
Sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg, so er setanartilgongdin hesaferð tann sama, sum áður hevur verið brúkt.
Hon vil tó ikki úttala seg um málið og vísir í tekstboðum til aðalstjóran hjá sær, Turid Arge. Men Turid Arge hevur ongar viðmerkingar og svarar - eisini í tekstboðum - at arbeitt verður við málinum.
Hvørki Óluva í Gong ella Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ið er eitt av teimum 12 fakfeløgunum, vilja siga, hvat tað merkir, at tey fara víðari við málinum, um tey ikki fáa viðhald í kæru sínari.