Umhvørvisstovan fer at kanna smoltstøðir

Umhvørvisstovan fer at kanna smoltstøðir
Umhvørvisstovan fer at ganga ígjøgnum mannagongdirnar á øllum smoltstøðunum
 
08.06.2019 - 10:30

Tað verður gjørt fyri at fáa greiði á, hvussu plast til biofiltur verður handfarið og flutt, og hvussu byrgt verður fyri, at hesi sleppa út í umhvørvið. Tað sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi í gjárkvøldi.

Síðani ljós varð varpað á hesa plastdálking frá sonevndum biofiltrum hevur Umhvørvisstovan kannað tilburðirnar. Í einum føri hevur eitt alifelag sett sekkir við brúktum filturlutum á eitt øki í Miðvági fyri nøkrum árum síðani.

Hol var komið á onkrar av sekkjunum, og vórðu teir beindir burtur fyri rúmari tíð síðani, men lendið varð ikki ruddað tá og tí hevur ein ávís nøgd av plastlutum ligið eftir í lendinum. Umhvørvisstovan hevur fingið váttan frá alifelagnum fyri, at økið nú er ruddað.

Dálkingin helst hend í einum

Hin hendingin er dálkingin, sum varð staðfest í Skálafirði, har eitt stórt tal av plastlutnum lá fram við sjóvarmálanum. Út frá upplýsingum, Umhvørvisstovan hevur fingið, er tann mest sannlíka niðurstøðan, at tað er hent eitthvørt útlát lokalt á Skálafirði av plastlutum, sum verða brúktir til biofiltur á smoltstøðum.

Samstundis er eyðsæð, at útlátið kann ikki vera hent beinleiðis frá eini smoltstøð, tí ongin slík er á Skálafirði. Nøgdin av einsháttaðum lutum bendir á, at dálkingin er hend í einum.

Alt bendir tí á, at óhappið er hent, har ein størri nøgd av hesum lutum eru goymdir, fluttir ella á annan hátt handfarnir. Løgreglan kannar málið víðari. Umhvørvisstovan minnir á, at tað er ikki loyvt at lata burturkast liggja og rekast í náttúruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977