- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanleggingin dregur út
Á vári í fjør heitti Tórshavnar kommuna á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at Havnin gerst limur í IRF á jøvnum fóti við hinar limakommunurnar.
Sambært IRF varð arbeitt alt árið í fjør við at kanna møguleikan at savna alt burturkast og alla endurnýtslu í Føroyum hjá IRF.
Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja eitt kunnandi uppskot fyri allar kommunur á heysti 2018. Men tað varð av ongum.
Ein brennistøð
Men tað verður lagt fram í næstum, sigur IRF. Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu, KOB, varð bygd út í 2014.
Brennistøðin hjá IRF varð umbygd í 2018. Livitíðin hjá støðunum er 15 ár, frá tí tær vórðu umbygdar ella útbygdar.
Tá er ætlanin at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið, sigur IRF.