CO-útlátið í ES minkað 2,5 prosent

CO-útlátið í ES minkað 2,5 prosent
ES-londini minkaðu um CO2-útlátið við íalt 2,5 prosentum í fjør. Portugisar vóru raskastir.
 
12.05.2019 - 13:30

CO-útlátið frá orkunýtsluni í ES-londinum minkaði við hálvum triðja prosenti í fjør samanborið við árið fyri.

Tað vísir eitt yvirlit, sum Eurostat hevur gjørt.

Sí CO2-yvirlitið hjá Eurostat

Eurostat er ein stovnur undir ES, sum veitir hagtøl fyri ES-londini.

Portugisar raskastir

Portugal er tað landið í ES, har útlátið er minkað mest - 9 prosent.

Bulgaria er á øðrum plássi. Har minkaði CO2-útlátið við góðum 8 prosentum í mun til fyrra árið.

Síðani kemur Írland við 6,8 prosentum.

Týskland, sum frammanundan stendur fyri einum góðum fimtingi av samlaðu orkunýtsluni,  minkaði sítt útlát við 5,4 prosentum.

Eisini Frakland, sum er ein av stóru londunum í ES og stendur fyri einum tíggjunaparti av samlaðu orkunýtsluni í ES, minkaði sítt útlát við hálvum fjórða prosenti.

Útlátið vaks í átta londum

Í átta ES-londum vaks CO-útlátið frá orkunýtsluni.

Størsta vøksturin hevði Lettland, har útlátið vaks við 8,5 prosentum.

Næststørsta vøksturin, 6,7 prosent, var á Malta, og síðani kemur Estland, har CO2-útlátið vaks við 4,5 prosentum í fjør.

Føroyar eru ikki partur av ES og tí ikki í yvirlitinum hjá Eurostat; men tað eru fleiri Norðanlond.

Í Svøríki minkaði CO-útlátið við sløkum trimum prosentum.

Danmark stendur at kalla í stað - har minkaði CO-útlátið við 0,2 prosentum.

Og í Finnlandi vaks CO-útlátiðí fjør við næstan tveimum prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977