- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neistin hevur sett nýggjan venjara
Neistin hevur sett nýggjan venjara
Mads Rydal Nielsen er settur sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum
02.05.2019 - 13:44
Neistin hevur í dag kunngjørt nýggja venjaran.
Tað verður 28 ára gamli, Mads Rydal Nielsen, ið tekur við starvinum, nú Jeppe Borch, sum var venjari hjá Neistanum í tvey ár, hevur takkað fyri seg.
Nýggi høvuðsvenjarin hjá Neistanum hevur millum annað verið venjari hjá SUS Nyborg, sum spælir í triðbestu hondbóltsdeildini í Danmark.
Mads Rydal Nielsen hevur sjálvur spælt fyri Nyborg í næstbestu donsku deildini, men ein skaði steðgaði yrkisleiðini.
Sáttmálin millum Neistan og Mads Rydal Nielsen er galdandi fyri 2019 og 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV