Landsstýrisfólkið setir allar stjórarnar

Landsstýrisfólkið setir allar stjórarnar
Sum skipanin er nú, setir landsstýrisfólkið í heilsumálum allar stjórarnar í sjúkrahúsverkinum
Millum annað sjúkrahúsið á Tvøroyri skal hava nýggjan stjóra
 
26.04.2019 - 12:57

Tað er ikki so, at forstjórin setir hinar báðar stjórarnar. Kanska verður tað so í framtíðini, men tað er ikki umrøtt í Heilsumálaráðnum, sigur Turid Arge, aðalstjóri.

Men ansað verður eftir, at tá forstjórin og stjórarnir verða settir nú, verða fólk sett, sum kunnu arbeiða og virka saman, sigur aðalstjórin. 16 umsøkjarar eru til tey trý stjórastøvini í Sjúkrahúsverkinum.

Átta umsóknir eru til starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Onkur hevur søkt øll trý størvini

Átta umsóknir eru til stjórastarvið á Klaksvíkar sjúrkahúsi, og fimm umsóknir eru til stjórastarvið í Suðuroyar sjúkrahúsi.

Onkur hevur søkt øll trý størvini. Turid Arge sigur, at miðað verður eftir at fáa størvini sett fyri 1. juli og, at stjórarnir byrja 1. august.

Fýra varastjórar eru í Sjúkrahúsverkinum. Læknastjórin eru fyri øll trý sjúkrahúsini. Og hvørt sjúkrahús hevur sín varastjóra fyri sjúkrarøktarfrøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209