- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa nýggjan fúta 1. juni
Í løtuni eru setanarsamrøður. Tað sigur Nanna Bødker, fulltrúi í løgmálaráðnum, við útvarpið.
Viðkomandi, sum verður settur, skal millum annað vera løgfrøðingur, búgva í Føroyum og í minsta lagi hava arbeitt sum politifulltrúi ella havt annað yvirskipað starv hjá løgregluni í trý ár.
Eisini verður kravt, at viðkomandi, ið verður settur sum fúti í Føroyum, er sjónligur og álitisvekjandi leiðari, og dugir at síggja heildarloysnir. Talan er um tænastumanna- og áramálssett starv í fimm ár.
Lønin umleið 630.000
Lønin er góðar 630.000 um árið, og ein føroyaviðbót, sum er slakar 40.000 krónur um árið. Harumframt verður avtala gjørd um persónliga viðbót og áramálsviðbót, stendur í lýsingini.
Fútin er stjóri fyri løgregluni í Føroyum og ákæruvaldinum í Føroyum. Hann hevur ábyrgd av rakstri og menning innan løgregluna, og hann er eisini stjóri fyri arrestina og hevur ábyrgd av Arresthúsinum í Havn.
Verandi fútin í Føroyum, John Kølbæk, hevur røkt starvið síðani 1. juni í 2013. Hann gevst av persónligum ávum, segði hann við Dimmalætting í januar.