MR skannari verður nú brúktur hvønn dag

MR skannari verður nú brúktur hvønn dag
MR skannarin á Landssjúkrahúsinum verður nú brúktur hvønn yrkadag og ikki bara tveir dagar um vikuna
MR skannari
 
18.02.2019 - 12:47

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann, sum aftur hevur spurt, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir at sleppa í skannararnar í Landssjúkrahúsinum. 

Til ber nú at brúka MR skannaran hvønn yrkadag, - millum annað tí at fleiri vanligar røntgenkanningarnar verða gjørdar í sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík. 

Bíðitíðin nú fýra-seks vikur

Fyri einum ári síðani var tíðin at bíða eftir at sleppa í MR skannaran okkurt um ein mánaður, men bíðitíðin kundi eisini vera upp í tríggjar mánaðir.

Sirið Stenberg sigur, at nú er bíðitíðin fýra til seks vikur frá tí, at Røntgendeildin fær eina ávísing, til MR kanningin verður gjørd. Í ár eru pengar játtaðir til nýggjan CT skannara, sum í næstum verður settur upp í Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Talan verður í hesum sambandi um telemedisinskt samstarv millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús, har myndir verða tiknar á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur samstarv við Røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209