- Tíðindi, mentan og ítróttur
E-sigarettir betri enn plástur og tyggigummi
Um tú ynskir at leggja av at roykja, er betur at velja e-sigarettina enn aðrar nikotinvørur.
Ein nýggj bretsk kanning vísir, at e-sigarettir eru effektivari enn eitt nú nikotinplástur og nikotintyggigummi. Tað skrivar Politikken.
Kanningin, sum er útgivin í The New England Journal of Medicine, vísir, at av teimum kannaðu góvust tvífalt so nógv at roykja av e-sigarettini samanborið við tey, sum valdu nikotinplástur ella nikotintyggigummi.
Eitt "men" við kanningini
- Hetta er sera positivt, tí hetta vísir, at e-sigarettin kann minka um talið á roykjarum, sigur Charlotta Pisinger, kliniskur professari í tubbaksforðan við Politiken.
Men sum við so nógvum kanningum er altíð eitt "men". Kanningin vísti eisini, at 80% av teimum, sum valdi e-sigarettina, hildu á fram at brúka hana. Og júst hetta er ein trupulleiki, tí e-sigarettir eru ikki heilt vandaleysar. Tað eru nevniliga bæði krabbameinselvandi og eitrandi evnir í e-sigarettum.
Tí mugu úrslitini av kanningini sigast at vera bæði positiv og negativ, siga serfrøðingar sambært Politiken, tí talið á roykjarum minkar, men talið á teimum, sum velja e-sigarettina, fer væntandi at hækka.