- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgjørdur munur á koyring í Føroyum og í Danmark
Avgjørdur munur er á koyring í Føroyum og í Danmark.
Tí ber ikki til at seta í gildi í Føroyum danskar reglur um hvílutíð hjá teimum, sum koyra treylarar.
Tað siga feløg í Vinnuhúsinum um ætlaða broyting í ferðslulógini.
Feløgini eru samd um, at talan er um uppskot, sum hevur stórar avleiðingar fyri vinnuna.
Tað hevur tí alstóran týdning, at vinnan verður við, tá kunngerðin við reglugerðini skal gerast.
Danskar reglur í Føroyum
Samferðslumálaráðið ætlar, at danskar reglur um koyri- og hvílutíðir hjá teimum, sum koyra treylarar, skulu galda í Føroyum.
Sambært lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri- og hvílutíðir og kann gera av, at reglur um koyri- og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum.
Samferðslumálaráðið sigur, at Føroyar eru farnar frá at vera eitt samfelag, har neyðugt var at sigla millum flestu oyggjar, til at verða eitt samfelag, sum er knýtt saman í einum vegakervi við undirsjóvartunlum.
Tí er mesti farmaflutningurin nú við treylarum og ikki við skipum.
Koyra í samdøgur
Feløgini í Vinnuhúsinum siga, at í Danmark og Evropa annars eru reglurnar grundaðar á langteina koyring, har koyrt verður upp í fleiri samdøgur.
Í Føroyum kanst tú í mesta lagi koyra í hálvanannan tíma út í eitt.
Feløgini siga seg hava fleiri ítøkiligar viðmerkingar og vilja verða boðin við, tá reglugerðin skal gerast.
Og enn eina ferð verður gjørt vart við, at hoyringarfreistin er ov stutt. Her var hon styttri enn ein vika.