- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan leitar eftir einum bili
Løgreglan leitar eftir einum bili
Løgreglan leita eftir einum bili, sum varð tikin í Havn í gjárkvøldið.
27.01.2019 - 09:48
Klokkan 21.57 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var stolin.
Eigarin var farin inn á eitt matstað í miðbýnumi Havn eftir vøru, og tá hann kom útaftur var eingin bilur.
Talan er um ein hvítan Citroen C1, og nummarspjaldrið er SJ 875.
Tveir minuttir seinni, - klokkan 21.59, fekk løgreglan fráboðan um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin útav vegnum við Gøtugjógv.
Nakað av vindi var í gjárkvøldið, men eisini hált.
Umframt føraran vóru tvey ferðafólk við, men eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á politistøðini, Palli Augustinussen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV